Samstundis sum at alsamt fleiri føroyingar verða smittaðir við korona, eru tað eisini alsamt fleiri, sum verða frískir aftur.
Heilsumálaráðið sigur, at í løtuni eru tilsamans 64 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest koronasmittuna.
Sostatt eru 10 føroyingar vorðnir frískir afturat síðani í gjár.
Fyri at staðfesta, at smittaði fólk eru frísk aftur, skulu ganga 48 tímar uttan sjúkueyðkenni. Tá bera tey ikki smittuna longur og kunnu loysast úr sóttarhaldi.
Eitt fólk er innlagt á Landssjúkrahúsinum við korona, í gjár vóru tað tveir, so ein er útskrivaður aftur.
Talið á fólki í sóttarhaldi, er eisini nógv minkað. Tað hava verið yvir 600 fólk í sóttarhaldi, men í løtuni er talan um 457 fólk.