Í dag upplýsti spanska heilsumálaráðið, at næstan 400 fólk við koronasmittu eru deyð seinasta samdøgrið.
Tað er higartil hægsta talið av korona-andlátum skrásett í Spania í eitt samdøgur.
Tilsamans hækkar talið av deyðum harvið frá 1326 til 1720.
Talið av staðfestum smittutilburðum hækkaði samstundis frá 24.926 leygardagin til 28.572 í dag.
Í eini sjónvarpsrøðu ávaraði spanski forsætisráðharrin, Pedro Sanchez, í gjárkvøldið íbúgvarnar um, at »tað ringasta enn er eftir«.
/ritzau/Reuters












