Alsamt fleiri børn veksa upp í fátækradømi

Tað er nógv, sum bendir á, at alsamt fleiri og fleiri børn í Føroyum, Íslandi, veksa upp í fátækradømi.

Tað sigur Pedagogfelagið, nú norðurlendski Felagsskapurin fyri Sosialpedagogar, NFFS, akkurát nú hevur hildið fund í Tórshavn.

Tey vísa á, at í Norðurlondum hevur talið á børnum, sum liva í fátækum familjum, verið í stórum vøkstri hesi seinastu árini, og nógv bendir á, at fátækradømið ímillum børn eisini veksur Føroyum, hóast vælferðin annars er økt.

- Børn, sum vaksa upp í fátækt, eru fyri stórum vanbýti og eiga ongan lut í tí, sum má metast at vera vanlig nýtsla og vanlig luttøka í samfelagnum.

- Tey eru við skerdan lut og eru sosialt avbyrgd.

- Veksandi fátækadømið rakar serliga børn hjá støkum uppihaldarum, foreldrum við ongari útbúgving, arbeiðsleysum og børn í familjum, sum eru tilflytarar úr londum uttan fyri vesturheimin.

Nógv børn liva í familjum, hvør fíggjarstøða er so vánalig, at tey ikki kunnu taka lut í einum fjølbroyttum barnalívi við frítíðarvirksemi, sum kann geva teimum upplivingar av at megna avbjóðingar

- Tað eru børn, sum sjáldan ella ongantíð eru og ferðast, eru útferð, eru ein túr, í føðingardegi ella hava vinfólk við heim til hús.

Orsøkin til, at fátækradømíð ímillum børn er vaksið, er á mangan hátt tann førdi búskaparpolitikkurin, ið hevur elvt til størri ójavnað.

- At so nógv børn vaksa upp í fátækadømi, stendst eisini av, at vælferðarveitingarnar, í alsamt størri mun, verða lagaðar eftir einstaklingstørvi, og hetta er serliga til frama fyri tær sterku familjurnar.