Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, vil hava Joha Dahl at siga sær, hví so nógv starvsfólk eru á Arbeiðsloysisskipanini. Hann vísir á, at síðani 2009 eru lønarútreiðslurnar hjá Arbeiðsloysisskipanini meiri enn tvífaldaðar og starvsfólkatalið er økt úr 17 upp í 29 ársverk.
- Samstundis er arbeiðsloysið minkað og er nú hitt lægsta í Europu.
Bill Justinussen biður eisini landstýrismannin, um eitt útgreinað yvirlit yvir arbeiðsuppgávurnar hjá starvsfólkunum.
Talan er um ein §52a fyrispurning, ið skal svarast innan 10 yrkadagar.