- Færinger må være økonomiske analfabeter……
Hetta vóru orðini, ein føroyskur sjómaður fekk við sær út av skrivstovuni hjá eini donskari arbeiðsloysistrygging.
Hann siglur undir DIS skipanini, ens og fleiri hundrað aðrir føroyingar gera.
Seinastu tíðina hevur nógv verið at hoyrt um føroyskar og danskar yvirmenn, sum verða skúgvaðir í land til fyrimunar fyri bíligar sjómenn úr eysturlondum.
Tað fekk okkara sjómann at hugsa um framtíðina og um, hvussu hann skuldi tryggja seg og sína familju, skuldi tað eisini hent, at eisini hann fekk eitt vink um at fara í land.
Tí vendi hann sær til ALS at spyrja um hann kundi melda seg inn í ALS, samstundis sum at hann sigldi undir DIS.
Men úr ALS vóru boðini púra greið: Tað kundi hann ikki.
Hann mátti melda seg inn í eina danska arbeiðsloysistrygging.
ALS fær útreiðslurnar
Men nú kemur so tað merkiliga, sum fekk skrivstovufólki á donsku arbeiðsloysistryggingini at taka so dýran til um fíggjarliga sansin hjá føroyingum.
Verður sjómaðurin arbeiðsleysur, fær hann ikki útgjald úr donsku arbeiðsloysistryggingini, men av tí, at hann býr í Føroyum, verður hann fluttur í ALS, hiðani hann fær útgjald, sum øll onnur.
- Tað merkir, at eg betali næstan 500 krónur um mánaðin í eina danska arbeiðsloysistrygging, men verði eg arbeiðsleysur, skal hon ikki betala mær eitt oyra, tí so verðið eg fluttur yvir í ALS í Føroyum, hiðani eg fái fult útgjald.
Altso: Danska arbeiðsloysistryggingin fær inntøkurnar, men ALS skal hanga upp á útreiðslurnar.
Ein hópur av føroyingum
Talan er um næstan 1000 føroyingar, sum sigla uttanlands og helvtin av teimum er undir DIS.
- Á donsku arbeiðsloysistryggingini fekk eg at vita, at ein hópur av føroyingum hevur meldað seg inn seinastu tíðina í kjalarvørrinum á fráboðanunum um, at danskir reiðarar vildu sleppa av við dýrar føroyingar og útlendingar og fáa bíligar eysturlendingar umborð ístaðin.
Tað merkir, at bara frá teimum, sum sigla undir DIS, kundi ALS fingið eina inntøku uppá 2,5 til tríggjar milliónir um árið.
Og tað heldur sjómaður okkara, skuldi verið vert at tikið við, serliga tá ið ALS kortini hevur skyldu til at betala sjómonnunum útgjald, verða teir arbeiðsleysir.
Les eisini greinina: Ov bíligt at kalla okkum fíggjarligar analfabetar.