ALS manglar yvir 330 milliónir krónur

Verður gjaldið til Arbeiðsloysisskipanina lækkað nú, verður tað neyðugt at hækka tað aftur, sigur Henrik Old

Tað er ikki ráðiligt at lækka gjaldið til ALS í hesum døgum. Tað staðfestur Henrik Old, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum.

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, tingkvinna fyri Fólkaflokkin hevur spurt hann, hvussu tað ber til, at gjaldið til ALS ikki kann læknna í hesum døgum, arbeiðsloysið er at kalla burtur.

 

Henrik Old sigur, at leiðslan í ALS metir, skipanin eigur at hava eina eginogn upp á minst á 800 milliónir krónur, áðrenn hon er fullbjálvað til at taka eitt rættiligt nos á seg við stórum arbeiðsloysi.

 

– Frá 2010 til 2013 gekk skjótt aftur eftir hæli, og hesi árini  minkaði eginognin yvir 400 milliónir krónur. Sostatt minkaði eginognin úr sløkum 714 milliónum í 2009, niður í slakar 307 milliónir í 2013.

 

Í 2015 varð skipanin lagað soleiðis til, at tá ið arbeiðsloysið er undir 4,50 prosent, skal Arbeiðsloysisskipanin hava avlop og verða styrkt fíggjarliga. Men fer arbeiðsloysið upp um 4,5 prosent, fer skipanin at hava hall.

 

– Við hesum ásetingum verður mett, at fíggjarliga haldførið hjá Arbeiðsloysisskipanini er tryggjað í longdini, sigur Henrik Old.

 

Hann vísir á, at í 2014 fór aftur at ganga rætta vegin, og síðani tá hevur Arbeiðsloyisskipanin havt avlop, og tilsamans hevur tað verið góðar 148 milliónir krónur.

 

– Í 2016 var eginognin 455,4 milliónir og avlopið verður mett at vera einar einar 110 milliónir krónur í ár.

 

– Verður inngjaldið til ALS lækkað nú, ið tíðirnar eru góðar, hevði verið neyðugt at hækkað tað aftur, tá ið tíðirnar aftur versna, og arbeiðsloysið veksur, sigur Henrik Old. Harvið hevði steinur verðið lagdur oman á byrðu í verri tíðum, leggur hann afturat.

 

Hann sigur, at við einum føstum inngjaldi til ALS, kann skipanin harafturat verða ein sjálvvirkandi útjavnari í búskapinum. Tað merkir, at í ein ávísan mun kann ALS tryggja, at keypiorkan hjá fólki verður støðugari.

 

– Tað er neyðugt, at ALS verður styrkt í góðum tíðum, soleiðis at skipanin kann standa ímóti, tá ið arbeiðsloysið aftur hækkar – og tað kann henda knappliga, heldur landsstýrismaðurin.

 

Og tí ger hann greitt, at hann hevur ongar ætlanir um lækka gjaldið til ALS.