ALS keypa frystan fisk til føroysk virki

Nú verður kannað, um ALS kann vera við í eini skipan, sum skal skapa arbeiði á føroyskum fiskavirkjum

Nú verður møguleikin kannaður um Arbeiðsloysisskipanin kann vera við í eini skipan, har frystur fiskur verður keyptur uttanlands, og førdur til Føroyar at virkast á fiskavirkjum her.

 

Møguleikin, at føroysk virki útvega sær frystan fisk uttanlands til virkingar, hevur ofta verið umrøddur, men tað er ikki komið nakað burtur úr, síðani hetta varð roynt fyri nógvum árum síðani.

 

Magni á Deild Olsen, stjóri í ALS, sigur, at tey hava fingið ein fyrispurning frá føroyskum fiskavirkjum, um tey onkusvegna kunnu vera við í eini slíkari skipan at keypa fisk uttanlands, til virkingar í Føroyum.

 

Hann vil ikki í smálutir, men hann sigur, at spurningurin verður nú viðgjørdur í ALS.

 

 Stjórin í ALS sigur, at sum lógarverkið er nú, hevur ALS ikki heimild til tað.

 

Men hann heldur, at ein slík skipan kundi verið við í eini meiri víttfevnandi loysn hjá ALS.

 

- Tey, sum eru í Fiskavirkisskipanini hjá ALS, hava eina inntøkutrygd. Men tá ið lítil fiskur er, sum tað er nú, verður útgjaldið úr skipanini stórt.

 

- Men hetta kundi verið við til at skapt eitt meiri støðugt arbeiði á summum fiskavirkjum og so hevði útgjaldið úr Fiskavirkisskipanini minkað.

 

Sum hann skilur, hóskar tann frysti fiskurin seg best til saltfisk, tí hann er ikki góður at flakaskera.