Als ikki neyðugt at leggja grótið á Sundi

Heðin Mortensen, fyrrverandi borgarstjóri, er ikki fegin um, at býráðsmeirilutin í Havn leggur sum grund fyri havnarútbyggingini á Sundi, at tey hava yvirtikið málið um havnarbyggingina á Sundi frá undanfarna býráð og tí eru noydd at koyra málið ígjøgnum, og at tey tí ikki hava funnið aðra loysn á grótinum.

 

– Har eru fleiri aðrar loysnir. Vit máttu jú steðga á, eftir at vit høvdu havt borgarafund í Kaldbak, og málið var ikki endaliga avgreitt, tí byggisamtyktin skuldi broytast áðrenn, sigur Heðin Mortensen.

 

Hann vísir á, at fleiri aðrar loysnir eru.

 

– Grótið kann leggjast út til nýggja innkomuvegin til Havnar beinanvegin. Sáttmáli er gjørdur við Innlendismálaráðið um vegin – og hann er samtyktur í býraðnaum. Býráðið skal fremja ta ætlanina, sum býraðið hevur samtykt. Vegurin inn á Skarðshjalla, sum upprunaliga var ætlaður, kundi eisini verið gjørdur – og Landsverk skal gera hann. Tá verður eisini lættari hjá vágafólki og fólki úr Norðstreymi at koma til Havnar, og tað lættir um trýstið á rundkoyringina við tunnilsmunnan á Hvítanesi, sigur Heðin Mortensen.

 

Umframt tað, so er massar av plássi til vinnuøki uppi á Skarðshjalla, har grótið eisini kann brúkast til planering, sigur Heðin Mortensen.

 

Viðvíkjandi innkoyringarvegnum og Kaldbaksvegnum vísir Heðin Mortensen á, at hetta eru vegir, sum Landsverk skal gera. Men umframt eru vegir har, sum kommunan eisini skal gera í hesum sambandi, har grótið eisini kann brúkast.

 

Heðin Mortensen viðgongur, at staðbundna kaldbaksnevndin ikki var tikin við í byrjanini av viðgerðini.

 

– Tað var tí, at eg kallaði saman til borgarafund í Kaldbak. Tá varð eisini víst á, at enn var byggisamtykin ikki broytt, og at tey høvdu sín fulla rætt at mótmæla.

 

– Men vit hava altso einki gjørt við vinnuøkið á Sundi. Vit hava ikki lagt ein stein út har, og vit hava heldur ikki atkvøtt fyri at broyta byggisamtyktina fyri økið. Tí skulu tey ikki skylda upp á okkum. Meirilutin hevur havt allar møguleikar fyri at broyta ætlanina, um tey veruliga vildu tað, og tað hava tey enn, sigur Heðin Mortensen.

 

Hann sigur, at ætlanin um at víðka økið á Sundi kom í lag, tí at alt hetta grótið var tókt nú og skuldi bara brúkast til okkurt skilagott. Men tá hetta ikki er skilabesta loysnin, so er at brúka grótið til okkurt, sum er skilabetri – og tað sum tá liggur beint fyri er innkoyringarvegurin til Havnar, sigur Heðin Mortensen, sum ikki skilir stívrendu støðuna hjá býráðsmeirilutanum í Havn í hesum máli.