Als ikki láturligt at skilja millum religión og politikk

Firouz Gaini

Í stórari áhugaverdari samrøðu í Sosialinum (17. november), sigur Rúni Rasmussen, júst afturkomin av evangeliskari møtirøð í Kenya, at tað er láturligt at royna at skilja sundur religión og politikk. Hetta havi eg mangan hoyrt áður. Men tað er fyrstu ferð eg hoyri tað frá persóni, ið undirvísir í stjórnmálafrøði á einum universiteti (t.v.s. einum universiteti, ið ikki hevur beinleiðis tilknýti til nakra trúargrein).
Rúni sigur, at tað er ógjørligt at skilja átrúnað og politikk sundur, tí at virðir og moralur eru í øllum politikki. Jú – men virðir eru ikki altíð knýtt at religión. Persónar, ið ikki ynskja at blanda politikk og religión saman, hava ikki færri ella veikari virðir enn onnur fólk. Sjálvandi verða øll fólk ávirkað av sínari bakgrund (etnisku, sosialu, mentanarligu, religiøsu o.s.fr.), men tað merkir ikki at hesi viðurskifti stýra allar tær politisku metingarnar og raðfestingarnar hjá fólkinum. So einfaldur er veruleikin – tíbetur – ikki. Fólk flest hava evni til at skilja, at øll ikki hava somu religiøsu/mentanarligu virðir, tó somu rættindi í tí modernaða statinum.
Rúni sigur, at kristindómurin hevur givið okkum fólkaræði og mannarættindi. Hetta hoyrist eisini mangan, men verður sjáldan kannað nærri. Evropeiska fólkaræðið hevur sínar røtur í hellenistiska mentanarheiminum, ið var sterkt ávirkaður av eldri sivilisasjónum í tí eystara partinum av Miðjarhavsøkinum – t.d. Egyptalandi og Fønikia. Hvørki kristindómurin ella fólkaræðið uppstóðu í nøkrum tómrúmi. Tey hava djúpar søguligar røtur.
Trúgvin skal síggjast, sigur Rúni, sum slóðari fyri frambrotum í Evropa. Tað eru nógvar ymiskar meiningar um hetta. Hvussu nógvar milliónir fólk eru ikki fallin í religiøsum atsóknum og kríggjum seinastu 2000 árini? Hvussu nógv diktatur hava ikki brúkt religiónina sum vápn at kúga fólk við? Tann modernaði staturin, ið franska kollveltingin og ídnaðarkollveltingin vóru við til at skapa, umboðaði eina umfatandi uppgerð ímóti religiøsari fanatismu, ið hevði verið ráðandi í Evropa í fleiri øldir.
Upplýsingartíðin eigur æruna fyri, at samfeløgini mentust og borgararnir fingu størri rættindi. Tann modernaði staturin verjir borgararnar í landinum, óansæð trúgv, húðarlit, mentan, sexuella orienetering, etnisitet, o.s.fr. Her noyðast politikarar at royna at seta seg í støðuna hjá øllum bólkum í samfelagnum, teir noyðast at hugsa um heildina, og ikki eins um seg og síni nærmastu.
Rúni sigur, at “dúgliga verður kravt av kristnum politikarum at leggja sína lívsáskoðan eftir heima við hús, tá teir fara í arbeiðsklæðini”. Tað er ikki rætt. Mær vitandi eru so gott sum allir politikarar okkara kristnir, hóast nakrir teirra kanska tykjast sum “verðsligir humanistar” tá teir tala. Tað ber væl til at vera kristin politikari uttan at royna at finna eitt svar til allar politiskar spurningar í bíbliuna. Um tað bara var “eitt” svar (“eina” loysn) til hvønn spurning, so kundu vit tað sama stongt tingið og lisið skriftina. So var kjak óneyðugt. Demokrati og teokrati kunnu ikki sameinast. Og vit kunnu ikki velja bæði í senn. Tað er als ikki láturligt at skilja millum religión og politikk.