Ingeborg Vinther, fyrrverandi fakfelagsstríðskvinna – sum ikki plagdi at halda seg aftur, tá tað galt viðurskifti arbeiðaranna.
Jan Højgaard, sum júst nú bjóðar seg fram at verja vána kor fiskimansins. Men sum her hugsar meira um at nøra um stjórabúk
Kartni Ravnsfjall, royndur fakfelagsmaður í Starvsmannafelagnum og fyrr í kommunala starvsmannafelagnum í Havn.
Alfred Petersen, advokatur og soleiðis vanur við at verja tann sannleikan, sum til eina og hvørja tíð fyri hann er tann rætti...
Bjørgfríð Ludvík, sum um boðaði Havnar kommunu. Hon er nú aðalstjóri í Vinnumálaráðnum sum velur stýrið í ALS
Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum hjá arbeiðsgevarunum. Hon skal halda skil á og tryggja, at sáttmálar verða hildnir.
Viberg Sørensen, reiðari, sum eisini umboðar arbeiðsgevarar. Var formaður í Reiðarafelagnum, sum sovnaði, tá hann fór frá.