? Nú verður tað neyðugt at fáa viðurskiftini hjá arbeiðsfólki á fiskavirkjum í rættlag.
Tað er orsøkin til, at ALS nú hevur gjørt eitt uppskot til eina kunngerð fyri tey, sum eru í fiskavirkisskipanni hjá ALS.
Karin Kjølbro, stýrisformaður í ALS, sigur, at tá ið kreppan skolaði omanyvir føroyingar sum eitt óløgið og tók alt av fótum, var ALS skundað ígjøgnum fyri at fáa eina skipan á beinini, sum kundi bjarg teimum, sum komu ringast fyri vegna arbeiðsloysi.
? Starvsfólkið fekk eina lóg at arbeiða undir, og so máttu tey klára seg sum frægast.
? Tað einasta, sum tað snúði seg um, var at yvirliva og at útvega pening til útgjaldini og so mátti starvsfólkið royna at umsita sum frægast.
? Men so við og við hevur ALS fingið kunngerðir fyri tey ymsu økini, so at umsitingin er komin í eina trygga legu.
Fingið gult kort
Stýrisformaurin sigur, at nú er bara eitt øki eftir, har ALS onga kunngerð hevur at ganga eftir.
Og tað er viðvíkjandi teimum, sum eru undir fiskavirkisskipanini.
? Síðani hava vit ferð eftir ferð fingið boð frá bæði grannskoðara og lógfrøðingi um, at vit máttu síggja til at fáa eina kunngerð fyri fiskavirkisskipanina.
?Og nú hava vit bart út fingið tað gula kortið, tí umsitingin á hesum øki er ikki í tryggum hondum.
Fekk kaldliga móttøku
Hon sigur, at stýrið tí hevur gjørt eitt uppskot til eina kunngerð fyri tey, sum arbeiða á fiskavirkjunum.
? Men tað er ikki ov nógv sagt, at kunngerðin hevur fingið kaldliga móttøku.
Ikki minst er tað Føroya Arbeiðarafelag, sum hevur funnist at uppskotinum.
Karin Kjølbro sigur, at ein av atfinningunum er, at talan er um eitt gott bygdarmenningartiltak og at kunngerðin fer at skerja umstøðurnar hjá teimum, sum arbeiða á fiskavirkjum.
? Tað er uttan iva eitt gott bygdarmenningar tiltak. ? Men tað er helst ein spurningur, um bygdarmenning er eitt uppgávuøkið hjá ALS.
Endamálið við fiskavirkisskipanini var, at virkini kundi varðveita eitt fast lið av starvsfólki, hóast fiskur kanska ikki var til at tey kundu arbeiða hvønn dag.
?Tí var ongin fiskur, skuldi fólki kortini verða tryggjað løn í 32 tímar hvørja viku og tað skuldi tí ikki verða neyðugt hjá teimum at leita sær eftir øðrum arbeiði
? Talan var sostatt um, at fólk skuldu hava fast tilknýti til eitt ávíst virkið.
Í uppskotinum til kunngerð fyri fiskafólkið, hevur ALS stýrið ásett, at tann, sum ongan arbeiðstíma hevur havt á einum virki í átta vikur, kann ikki longur sigast at hava eitt fast tilknýti til eitt virki.
? Tí eigur viðkomandi ikki longur at vera í fiskavirkisskipanini, men eigur heldur at fara uppí vanligu skipanina.
Karin Kjølbro sigur, í vanligu skipanini eru nevniliga nakrir møguleikar, sum eru sera umráðandi at brúka, ikki minst hjá konufólki.
? Og teir møguleikar eru at fáa førleikagevandi skeið av ymsum slag, so at viðkomandi kann kvalifisera seg til ávís størv.
? Tann møguleikin er ikki til staðar í fiskavirkisskipanini, tí tá skal viðkomandi altíð verða til taks hjá tí eina virkinum.
Stýrisformaðurin sigur eisini, at dømi eru um, at tað gingu arbeiðsleys á fiskavirkjum í Havn, samstundis sum fiskavirkið í Vestmanna hevði brúk fyri fólki.
? Men hóast talan var um sama arbeiðsgevari, kundi ongin krevja, at fólk fóru til Vestmanna til arbeiðis.
Ístaðin fingu tey so stuðul úr ALS.
Í kunngerðini var eisini ætlanin at definera, hvat eitt fiskavirkið er.
Hendan definitiónin er so fløkt, at Karin Kjølbro hevur ikki hug at koma nærri inn á hana her.
Verkafeløgini eru sera ónøgd við definitiónini og hava mótmælt henni
Men eftir, hvat skilst á Karini Kjølbro, verður hetta neyvan tann stóri trupulleikin, tí tað væntar hon, at
ALS og fakfeløgini ivaleyst kunnu finna útav, sum hon tekur til.
Kunngerðin er í løtuni hjá fakfeløgunum til viðmerkingar.
Og hon ivast ikki í, at tað fer at bera til at finna eina semju, sum allir partar vilja góðtaka og verða nøgdir við.
? Tað, sum er avgerandi er, at vit eftirlit við øllum teimum fólkum, sum eru í fiskavirkisskipanini og sum hava trygd fyri 32 tíma viku, og ikki kunnu taka lut á skeiðum og øðrum førleikagevandi tilboðum hjá ALS, ella kunnu átaka sær annað arbeiði, sigur hon.
Í hesum sambandi kann nevnast, at helvtin av teimum, sum hava verið á teimum førleikagevandi skeiðunum, hava fingið arbeiði, skoytir stýrisformaðurin í ALS uppí.
Hon sigur, at í løtuni verður kannað eftir, hvat ALS kann gera fyri at fáa tey í sving aftur, sum hava verið longst í skipanini.
Ætlanin er eisini at stovna eina arbeiðsávísingar kafé, har bæði arbeiðsgevarar og tey, sum vilja hava arbeiði, kunnu skriva seg upp, og so verður alt lagt út á internetið, sigur Karin Kjølbro.









