Als er ikki ein boppa, sum kann súgvast sum best ber til

Fiskimenn hava sama rætt sum onnur at fáa útgjald úr Als, men hinvegin er Als ikki ein boppa, sum kann súgvast, sum best ber til. Tað staðfestir Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, eftir at Kári P. Højgaard, tingmaður, enn einaferð hevur ført fram, at fiskimenn hava alt ov vánaligar sømdir í Als, tí teir gjalda inn í skipanina, akkurát, sum øll onnur, men tað er at kalla ógjørligt hjá teimum at fáa nakað útgjald.

- Tað er at gíslataka fiskimenn, tá ið teir ikki kunnu fáa útgjald úr Als, hóast teir ikki forvinna eina krónur av tí at teir eru knýttir at einum ávísum skipi, sum ikki er til fiskiskap fyri óveður, maskinbrek ella annað.

Hann vísti á, at nú hava reiðararnir sett verkbann ímóti fiskimonnum leingi, men fiskmenn fáa onki úr Als og tað fáa teir heldur ikki, tá ið teir liggja leingi, tá ið skip verða umvæld og fiskimenn onga inntøku hava.

Johan Dahl staðfestir, at fyri at fáa útgjald úr Als, skalt tú vera uppsagdur og tøkur á arbeiðsmarknaðinum og tað er eisini galdandi fyri fiskimenn.

Men tað eru fiskimenn ikki, tá ið sáttmálatræta leggur flotan lamnan og Als rindar heldur ikki, tá ið vindur og veður elvir til uppiløgur, tí tá er fiskimaðurin heldur ikki arbeiðsleysur og sostatt tøkur á arbeiðsmarknaðinum.

- Als er ikki ein verkfalsgrunnur hjá fiskimonnum, men verða teir uppsagdir, er onki í vegin fyri, at teir melda seg í Als, staðfestir hann.

Og hann heldur eisini, at Als skal brúkast til tað, skipanin varð ætlað til, nevniliga at lofta teimum, sum blivu arbeiðsleys og hon skal ikki gerast til ymisk onnur, sosial endamál, har tað bara er hugflogið, sum setir markið