Sangurin varð spældur í sambandi við teir tríggjar dystirnar hjá føroyska hondbóltslandsliðnum í Mercedes Benz Arena í Berlin.
Men hann hevur eisini verið at hoyrt til fleiri aðrar dystir, eisini til finaluna í Lanxess Arena í Køln í kvøld, tá Frakland vann 33-31 móti Danmark og gjørdist evropameistari, hoyrdist lagið runga í stóru høllini.
##med2##
Lanxess Arena, sum upprunaliga æt Kölnarena er ein ítróttarhøll í Køln í Nordrhein-Westfalen í Týsklandi. Hon rúmar 20.000 áskoðarum og er tann størsta innandura-arena í øllum Týsklandi. Lanxess-Arena er eisini tann størsta íshokkyhøllin í øllum Evropa.
Tað eru hondbóltsfelagið VfL Gummershacb og íshokkyfelagið Kölner Haie sum fyrst og fremst brúka høllina, sum eisini verður nýtt til konsertir.











