Alphabeat í USA

Danski bólkurin Alphabeat, sum í summar vitjaði Summarfestivalin, fer í næstum á konsertferð í USA saman við Katy Perry. Tá ið nýggja amerikanska ?I Kissed a Girl?-stjørnan Katy Perry í 2009 fer á fyrstu konsertferð sína kring USA, verður Alphabeat upphitingarbólkur.

 

Henda konsertferðin verður eisini fyrsta royndin hjá Alphabeat í USA.

 

Hon byrjar fríggjadagin 23. januar í Seattle, Washington, og endar týsdagin 28. apríl í St. Petersburg, Florida.