Alphabeat misti nýggjar sangir

Innbrotstjóvar hava verið inni í íbúðini hjá poppbólkinum Alphabeat í London, og teir fóru millum annað avstað við eini teldu, har nýggir sangir hjá bólkinum lógu goymdir Danski poppbólkurin Alphabeat er rættiliga á veg fram í Onglandi, har tónleikararnir nú hava búsett seg. Um vikuskiftið var bólkurin tó heima í Danmark fyri at taka ímóti eini virðisløn á Zulu Awards.

 

Tá ið tónleikararnir komu aftur til London, fingu tey eina keðiliga móttøku. Tjóvar høvdu brotið inn í íbúðina hjá teimum, og teir vóru millum annað farnir avstað við einari teldu, har bólkurin goymdi nýggjar sangir.

 

- Vit hava mist umleið helvtina av okkara nýggja tilfari. Vit royna at minnast sangirnar, so frætt sum vit kunnu, og so royna vit at spæla teir inn av nýggjum , sigur tónleikarin Rasmus Nagel við Se & Hør.

 

Alphabeat, sum skal spæla á Summar Festivalinum í august, arbeiðir í løtuni við nýggjari fløgu, og tey kundu í vikuni fegnast um, at sangurin Fascination hevur vunnið inn á bretska hitlistan.