Í løtuni hittar komandi SummarFestival-bólkurin í Onglandi við lagnum Fascination
Eftir tríggjar vikur á marknaðinum tykjast bretar veruliga hava tikið tónleikin hjá Alphabeat til sín. Soleiðis er Fascination nú nummar sjey á enska single-listanum.
Alphabeat hevur í ár roynt at vunnið seg fram á enska marknaðinum, har tað annars ikki er lætt hjá útlendskum bólkum at gera um seg.
Í næstum verður farið undir eina nýggja konsertferð í Onglandi. Og síðani er ætlanin, at 10.000 Nights of Thunder skal sendast á enska marknaðin.