UMMÆLI
Dýrd á Gøtuvág
Tað var eitt vakurt upplivilsi fríggjakvøldið, tá eitt av høvuðsnøvnunum - ella kanska sjálvt høvuðsnavnið – Natasha Bedingfield vitjaði í Gøtu!
Tað má sigast at vera eitt bragd av fyrireikarunum at hava fingið eina heimsstjørnu av sovorðnum kaliburi hendanvegin. Ikki tí, heimsstjørnur hava verið her áður, men tað er langt síðan seinast, at ein so aktuell stjørna, ið herjar heimsins tónatindar, samstundis sum hin vitjar Føroyar, er at síggja á okkara breiddarstigum.
Kend løg
Tað var eisini talan um eina væl upplagda og professionella Natashu, sum stundisliga kl. 23 trein á tann stóra pallin. Eitt er, at hon hevur fingið sína deiligu rødd í vøggugávu. Eitt annað er at umsita sínar talentir so væl.
Tað gekk eitt lítið bil, áðrenn ljóðmenninir høvdu finglast so mikið væl við knøttarnar, at tað ljóðaði nøkulunda sum tað skuldi, men eftir hetta spældi bólkurin handan ta mætu sangkvinnuna seg upp. Hóast anonymir, so spældu tónleikararnir hjá Natashu Bedingfield sum teir skuldu, og eftirhondini liraðu teir bara handverkið av sær. Og hetta skal skiljast jaligt, tí teir sóu út sum studiotónleikarar á pallinum, men fyltu tann vælsvingandi og mjúka poppin um allan Gøtusand og ivaleyst væl upp á Støðlafjall eisini.
Talan var nevniliga um eina frálíka konsert, og hóast øll helst munnu hava sín yndisbólk frá teimum 6 G!-festivalunum, ið higartil hava verið, so man hendan konsertin vera ein av teimum bestu higartil. Tað er torført at seta ein fingur á ta tónleikaligu framførsluna, av tí at talan var um ein gjøgnumførdan og professionellan bólk. Natasha Bedingfield hevði eisini so mikið av virðing fyri áhoyrarunum, at hon sang ikki bara nýggj løg, men hevði eisini tey kendu frá tí fyrru fløguni við í skjáttuni til Gøtu. T.d. Unwritten, These Words og Single.
Harumframt dugdi Natasha hetta við at tosa og undirhalda millum løgini, og tað gjørdi ikki framførsluna og nærveruna minni.
Poppur úr samtíðini
Jú, tað vóru nógv, ið høvdu ilt við at lata føturnar binda frið, av tí at tann góði og vælsvingandi tónleikurin beinleiðis gav beinunum boð um at dansa á sandinum. Hinvegin sóust fleiri kend andlit úr føroyska tónleikaumhvørvinum smílast um alt fimmoyrað, samstundis sum ein feril av álvarsemi hómaðist í eygunuum, sum eitt tekin um respekt fyri hesi 25 ára gomlu sangarinnuni og sangskrivaranum úr Bretlandi.
Natasha Bedingfield er uttan iva eitt tað størsta hálið, G! hevur gjørt higartil.
Onkur hevur róð framundir, at tað var spell, at tað ikki eydnaðist at fáa 90’ara undurbarnið Prodigy hendanvegin, sum okkurt blað á síni forsíðu annars vildi vera við fór at koma.
Men Natasha kom sum eitt frískt lot uttan úr heimi til okkara oyggjar, ið sum oftast fegnast um at síggja bólkar, ið borga fyri tónleikaligari dygd, men sum ofta eru bornir av nostalgiskum veingjum.
Her fingu vit poleraðan, men progressivan popp. Progressivan, av tí at her var talan um popp sum hann verður spældur á stórum stadionum kring allan heimin í dag. Og er tað nakað sum klæðir G!, so er tað veita fólki dygdargóðan og frameftirlítandi tónleik. Tað var ikki av tilvild at júst G! fyri nøkrum árum síðani fekk handaða Mentanarheiðursløn M.A. Jacobsens fyri sína festivalskrá. Tí enn er hon merkt av dygd.
Í ár var høvuðsnavnið so eitt poppnavn við hittum sum I Wanna Have Your Babies og Soulmate, og tað kundi neyvan verið hepnari. Natasha sang sum ein hálvhásur eingil.
MYNDATEKSTUR: