Álopsspælarin er farin til hús

Christian Høgh Sørensen er ikki longur partur av liðnum hjá Skála

Hann var ætlaður at vera tann, sum skuldi skjóta mál á Skála. Nú er hann farin av landinum aftur, og uppgerðin vísir, at hann einki mál skoraði í Føroyum.

 

Talan er um Christian Høgh Sørensen, sum undan kappingarbyrjan flutti úr Danmark og til Skála at spæla fótbólt. Hann royndarvandi nakrar vikur, áðrenn felagið og hann skrivaðu undir sáttmála, sum knýttu partarnar at hvørjum øðrum hetta kappingarárið, men nú er danski álopsspælarin farin av aftur landinum.

 

27 ára gamli Christian Høgh Sørensen var við í øllum trimum landskappingardystunum, sum Skála hevur spælt.

 

Í fyrsta umfari, tá ið tað á heimavølli ímóti 07 Vestur endaði málleyst, varð hann skiftur inn, tá ið tað restaðu 17 minuttir.

 

Í øðrum umfari, tá ið tað á útivølli ímóti B68 endaði 2-2, varð hann millum teir fyrstu ellivu og á vøllinum í 64 minuttir.

 

Í triðja umfari, tá ið tað á heimavølli ímóti KÍ endaði við 3-0 tapi, varð hann á vøllinum alla tíðina.

 

Christian Høgh Sørensen eydnaðist tað ikki at skjóta mál fyri Skála, og nú hevur hann tikið avgerð um at fara til hús aftur.