Álopssinnaður B36-leikari út á Argir

AB hevur fingið ein nýggjan, 20 ára gamlan havnamann í hópin.

Í kvøld hevur AB kunngjørt, at nýggjur leikari legst afturat hópinum. Talan er um 20 ára gamla Rasmus Dan Sørensen, ið skiftir frá B36.

 

Rasmus er uppvaksin í B36, og hevur altíð hann altíð spælt í svarthvíta árstalsfelagnum, undantikið fyrru helvt kappingarárinum í fjør, tá ið hann var útlæntur til EB/Streym. Rasmus Dan Sørensen er álopssinnaður leikari, ið fyri tað mesta spælir á álopskendu plássunum aftanfyri sjálvan áleyparan.

 

Sáttmálin hjá Rasmus við AB er tvey ár til longdar. Við heimasíðuna hjá AB sigur ítróttarstjórin hjá AB, Thomas Juul Thomsen, at AB hevur havt trupulleikar á offensiva økinum, og júst tí verður Rasmus Dan Sørensen góður at fáa á liðið.