Álopini eru úr Hollandi og Spania

Bæði B68 og TB venjarin síggja ljóst upp á tað eftir avrikið í fyrsta umfari

Sjálvandi var tað stórt vónbrot fyri toftamenn, tá ið teir í síðstu løtu mistu sigurin á Argjum. Tá var spanski framherjin Carlos Herrero millum áskoðararnar. Nú eru loyvini fingin upp á pláss, og harvið verður hann í B68 álopinum sunnudagin.

 

Hollendski Albert Adu er millum bestu álopsspælararnar í landinum. Hann var millum álopstrumfirnar, tá ið Páll Guðlaugsson í fjør var TB venjari. Nú Páll og B68 fáa vitjan av TB, eru aðrir góðir útlendskir álopsspælarar í svørtu og hvítu troyggjuni: Kofi Appiah úr Ghana og Hervé Din Din úr Kamerun.

Hollendski TB venjarin Robert F. Roelofsen var vónbrotin eftir 1-0 tapið á heimavølli ímóti KÍ, men hann helt seg kortini síggja glottar:

-Eg var serliga væl nøgdur við seinna partin av seinna hálvleiki. Skaðin var, at vit ikki vóru nóg konsentreraðir fyrstu løtuna, tá ið teir skoraðu. Tað mugu vit broyta, nú vit fara á Svangaskarð.

Verjuspælarin Absalon Eliasen er so mikið skaddur, at hann ikki er førur fyri at spæla ídag.

 

-Tá ið vit hugsa um, at talan var um fyrsta umfar, so var eg nøgdur við avrikið á Argjum. Tað vóru nervar uppií, men nú gleða vit okkum at spæla ímóti TB, sum altíð vísir sera góðan hugburð. Tá ið vit eiga heimavøll er týdningarmikið, at vit vinna fulla úrtøku, sigur B68 venjarin Páll Guðlaugsson.

Miðvallarin Ivan Joensen er framvegis skaðaplágaður. Jann Ingi Petersen er farin at venja, eftir at hann hevur verið burturi í arbeiðsørindum, men hann verður neyvan á B68 liðnum í dag.