Álopið hjá USA á Iran var ikki í stríð við fólkarættin

Tað segði Nato-ovastin, Mark Rutte, á tíðindafundi í dag. Øll Nato-lond eru tó ikki samd í hesum

Aðalskrivarin í verjusamgonguni Nato, Mark Rutte, er ósamdur við teimum, sum halda, at amerikanska álopið á kjarnorkuútbúnaðin hjá Iran var í stríð við fólkarættin.

 

Hetta segði hann á tíðindafundi fyri Nato-toppfundin, sum verður hesa vikuna.

 

- Iran skal ikki sleppa at menna kjarnorkuvápn, sigur Nato-aðalskrivarin.

 

Síðan hin 13. juni hevur Ísrael framt álop á Iran, og Iran hevur síðan svarað aftur við álopum á Ísrael, sum aftursvar upp á ísraelsku álopini.

 

Sunnunáttina gjørdi USA av at leypa á trý kjarnorkuverk í Iran, og lopið var á tríggjar iranskar støðir. 

 

Iransku myndugleikarnir halda, at uppíblandingin hjá USA er brot á fólkarættin, ST-sáttmála og avtaluna um ikki at spjaða kjarnorkuvápn.

 

Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, segði fyrr í dag við NTB-tíðindastovuna, at amerikanska álopið ikki er í tráð við fólkarættin.

 

Hann ásannaði tó, at hetta er ein fløkt støða, har ST-trygdarráðið í praksis er lamið. 

 

- Fólkarætturin gevur jú heimild til sjálvverju, men tað kann helst diskuterast, um atgerðin hjá USA er innanfyri hesar karmar, sigur norski forsætisráðharrin.

 

Noreg er eisini limur í verjusamgonguni, Nato, og tað eru Svøríki og Finnland eisini.

 

Hernaðarligi stápsleiðarin í Iran, Abdolrahim Mousavi, lovaði í dag sambært AFP-tíðindastovuni, at Iran fer at koma við máttmiklum svari upp á amerikanska álopið.