Alonso vann ruðuleikakoyring í Melbourne

Formil 1 koyringin í Avstralia gjørdist sera spennandi og í stóran mun merkt av ruðulleika. Vit sóu hópin av koyrivillum, tættar yvirhálingar og ikki færri enn fýra ferðir trygdarbilin á breytini. Fernando Alonso slapp tíðliga framvið Jenson Button á fyrsta pláss, og eftir hetta var oddasessurin ongantíð hóttur.

Formil 1
 
Heimsmeistarin í formil 1 Fernando Alonso í Renault líkist longu eftir tríggjar koyringar einum komandi heimsmeistara 2006. Hetta tá hann sannførandi vann á breytini í Alberts Park mitt innið í Melbourne. Hann hevur 28 stig, hetta er dupult so nógv sum liðfelagin Giancarlo Fisichella og finski McLaren Mercedes koyrarin Kimi Räikkönen hava á einum deildum øðrum plássi. Longu í byrjanini var Alonso, ið byrjaði í triðju byrjunarstðu, skjótari enn Jenson Button í fyrstu byrjunarstøðu , og hann trýsti bretan fyrstu svingini, áðrenn hann slapp framvið honum, eftir hetta økti hann um munin niður til annað pláss nógvar ferðir, men fýra verðir kom trygdarbilurin á breytina og slettaði munin. Tó var Alonso so sannførandi henda dagin, at hann ikki hevði trupulleikar við at halda oddassessin.
 
Fisichella kundi havt avbjóða
Liðfelagin hjá Alonso, Fisichella skuldi byrja næst fremstur, men steðgaði upp í sjálvari byrjanini og noyddist tí at byrja úr pittinum. Hann tyktist annars, sum einasti koyrari á breytini, ið hevði kunna kappast við Alonso um sigurin. Fisichella megnaði at stríða seg fram til sætta pláss, og royndi at sleppa framvið Button seinastu nógvu umførini. Hetta eydnaðist í seinasta svingi, tá motorurin hjá Jenson Button brast í einum eldroki, og bilurin steðgaði 10 metrar frá málstrikuni. Óhepni bretin endaði heilt uttan fyri stigini.
 
Sving 2 feldi teir stóru
Fyri Michael Schumacher og Juan Pablo Montoya endaði dagurin í sving 2, har teir steðgaðu upp aftan á koyrivillur. Hetta var sama stað, ið Massa koyrdi útav leygardagin. Michael Schumacher endaðu í vegginum, meðan Montoya megnaði at halda bilin í einum petti, men steðgaði upp í royndini.
Fyri Nico Rosberg, Felipe Massa og Jarno Trulli endaði koyringin á fyrsta umfari. Rosberg, Massa, Christian Klien og Scott Speed stríddust um at sleppa framvið hvør øðrum, hetta endaði koyringina fyri Rosberg og Massa. Eisini Jarno Trulli og David Coulthard stríddust eitt sindur ov nær, og Trulli var trýstur av breytini. Fyri Toyota, ið hava havt eina ræðuliga byrjan av kappingarárinum, gjørdist dagurin annars ikki so galin. Ralf Schumacher megnaði við einum triðja plássi at sleppa á sigursskammilin.
 
Ruðuleiki valdaði
Sjálv byrjanin var eisini ein sannur ruðulleiki, fyrst snaraði Montoya runt á breytini í upphitingarumfarinum, men tá Fisichella steðgaði upp í byrjanini, slapp Montoya at endurtaka sítt pláss.
 
Steðgaði upp á fyrsta plássi
Mark Webber lá fremstur á heimabreytini, tá hansara motorur gekk fyri. Teir, ið lógu frammanfyri honum høvdu verið í pitt, tí hevði hann fremsta plássið. Oddasessurin hevði verið tíðaravmarkaður. Men tá søgan verður skrivað, so endaði avstraliumaðurin koyringina við tøkniligum trupulleikum, meðan hann lá á odda fyri avstralsku koyringina.
 
Scott Speed misti stigið
Amerikumaðurin Scott Speed endaði koyringina á 8. plássi, men av tí at hann hevði koyrt framvið David Coulthard meðan veittrað varð við gulum trygdarfløggum, so fekk hann 25 sekund løgd afturat tíðini, hetta flutti hann niður á 11. pláss. Hann var als ikki nøgdur við hesa avgerð, og endaði við at fáa $5000 í bót, fyri at vera ófantaligur í munninum.
 
Úrslitið í Melbourne
 
1 Fernando Alonso  - Renault                   10
2. Kimi Räikkönen - McLaren-Mercedes  8
3 Ralf Schumacher - Toyota                     6
4 Nick Heidfeld - Sauber-BMW               5                   
5 Giancarlo Fisichella - Renault               4
6 Jacques Villeneuve - Sauber-BMW        3
7 Rubens Barrichello - Honda                  2
8 David Coulthard - RBR-Ferrari             1                   
9 Jenson Button - Honda
10 Christijan Albers -MF1-Toyota           
11 Scott Speed - STR-Cosworth
12 Takuma Sato -Super Aguri-Honda
13 Yuji Ide - Super Aguri-Honda
 
- Juan Pablo Montoya  McLaren-Mercedes
- Tiago Monteiro  MF1-Toyota
- Vitantonio Liuzzi STR-Cosworth
- Michael Schumacher  Ferrari
- Mark Webber Williams-Cosworth
- Christian Klien RBR-Ferrari
- Jarno Trulli Toyota
- Nico Rosberg Williams-Cosworth
- Felipe Massa  Ferrari