Alonso sigraði í Bahrain

Ein sera spennandi formel 1 koyring í Bahrain endaði við at heimsmeistarin Alonso fekk sigurin, beint frammanfyri Michael Schumacher

Formel 1

Fyrsta formel 1 koyringin í ár varð hildin í Bahrain sunnudagin, og hetta gjørdist ein sera spennandi koyring við góðum nærdystum millum oddafiskarnar. Men tá maðurin veittraði við ternutta flagginum var tað heimsmeistarin Fernando Alonso í Renault, ið fekk sigurin hálvt annað sekund framman fyri sjeyfalda heimsmeistarin Michael Schumacher í Ferrari
Schumacher byrjaði í fyrstu byrjunarstøðu beint framman fyri liðfelagan Felipe Massa og Jenson Button í BAR-Honda í triðju støðu. Schumacher kom fyrstur inn í fyrsta sving, hetta hóast Massa stríddist við at koma framvið honum. Alonso, ið byrjaði í fjóru støðu slapp framvið Button í sjálvari byrjanini, og bert fá sving seinni, var hann eisini farin framvið Felipe Massa.
Á 8. umfarið royndi Massa at bremsa seint, og soleiðis sleppa framvið Alonso, men hann misti tamarhald á bilinum, og var líka við at renna saman við Alonso. Dekkini hjá Massa vóru oyðiløgd, og hann misti nógva tíð við at koma aftur á breytina. Hann fór beint í pitt, men tað eini hjólið sat fast, og tí var hann verandi í 50 sekund innið í pittinum, hann kom ongantíð veruliga fyri seg aftur og endaði á einum 9. plássi.
Ferrari bilurin hjá Michael Schumacher lá á odda inntil seinna pitstoppið, tá ungi spaniumaðurin Alonso í fór framvið honum. Michael Schumacher lá í hølunum á Alonso seinastu umførini, men megnaði ikki at sleppa framvið honum aftur.
Kimi Räikkönen í McLaren Mercedes fekk onga tíð í tíðarkoyringini leygardagin, tí upphangi til bakhjólini á bilinum brotnaði. Tí byrjaði hann aftastur í koyringini. Men við fullum bensintanga megnaði hann at bert at hava ein pittsteðg, í mun til tveir, ið allir hinir høvdu. Við frálíkari koyring megnaði hann at tryggja sær triðja plássið.
Jenson Button koyrdi ein góða koyring og var í tøttum nærdystum við m.a. liðfelagan Rubens Barrichello og Juan Pablo Montoya í McLaren Mercedes. Samanlagt gjørdist tað tó ikki betur enn eitt fjóra pláss. Men vónirnar fyri restina av kappingarárinum tykjast bjartar fyri unga bretan.
Koyringin var merkt av nógvum góðum nærdystum, og hetta var gott undirhald.