Spaniólin Xabi Alonso er júst komin fyri seg eftir skaða, men í dystinum ímóti Arsenal í gjár gekk aftur galið hjá honum. Alonso fekk ein so dyggan stoyt í fótin, at hann breyt eitt av smá beinunum í fótinum. Harvið má Alonso aftur halda ein longri steðg frá fótbóltinum. Álopsstjørnan Fernando Torres fekk eisini ein vøddaskaða og má eisini halda steðg. Dysturin millum Arsenal og Liverpool endaði 1-1.










