- Hvat hava vit gjørt skeivt, sum hevur stygt unga fólkið burtur frá at gerast fiskimenn?
Hetta er spurningurin, sum Jógvan I. Olsen, fyrrverandi skipari, løgtingsmaður og løgtingsformaður, setir í lesarabrævi í Sosialinum, sum varð borin í hvørt hús hósdagin.
Hann fýlist á, at ungir dreingir í Føroyum ikki hava møguleikan at læra til fiskimann. Tað finst nevniliga eingin slíkur skúli í Føroyum, har tú kanst læra til fiskimann.
- Fiskiflotin hevur verið fyri kollveltandi broyting. Skipini eru vorðin so mekaniseraði, elektrofiseraði og effektiviseraði, og manningartalið er minkað okkurt um eina helvt.
Jógvan I. Olsen vísir á, at stýrhúsið á einum fiskiskip í dag er fult av alskins tólum við hundraðavís av knøttum, og arbeiðgongdin hjá dekkarunum er eisini nógv broytt.
- Á dekkinum eru nú nógv sløg av maskinum og spølum til tey ymisku endamálini, sum dekkararnir skulu duga at handfara. Tað er ikki longur so líka til hjá unga alvanum at koma úr verandi skúlum og beinleiðis umborð.
Fyrrverandi skiparin og politikarin ásannar, at tíðin er farin frá gomlu tilgongdini av ungum monnum til fiskiskip. Hon er ikki nøktandi longur, nú øll skulu ganga so leingi í skúla.
- Tí er alneyðugt, at vit leggja á annan bógv og seta á stovn ein fiskimannaskúla, har unglingar so tíðliga, sum fólkaskúlin loyvir tí, kunnu fara at útbúgva seg til fiskimenn.
Jógvan I. Olsen sigur, at fiskifør eisini mugu vera knýtt at einum slíkum skúla, tí eingin gerst grammur fiskimaður bert á bonaðum gólvi.
- Hevur tú nomið tær førleika at vera fiskimaður, hevur tú eisini eina góða barlast til aðrar sjóvinnur, umframt eina barlast til mangt annað, skrivar fyrrverandi skiparin og politikarin í lesarabrævinum.