Alnetsmentan

Tá teir báðir rithøvundarnir, Nathaniel Wice og Steven Daly, góvu út bókina "alt.culture", fóru teir at nýta alnótina til tess at gera vart við bókina.

 

Sølufremjandi síðuna løgdu teir ikki niður, men hava støðugt økt um hana. Í dag kann heimasíða teirra www.altculture.com metast sum ein alfrøði, ið umrøður allar hugsandi partar av dagsins fólksligu mentan, eins og talgildar miðlar fyrr og nú. Við herðing á beint nú.

Til ber at leita fram eftir fummum, ella eftir bókstavaraðnum. Harumframt er eisini ein "sjálvstýrari" á síðunu, sum ávísar tíðir kann seta teg inn í úrvald viðurskifti á heimsins samansetta mentunarpalli.

Málið er enskt, og leita vit eftir Faroese, finna vit einki. Men leita vit eftir Danish, so finna vit eina áhugaverda grein um Barbie-dukkur og Barbie-mentanina við fleiri tilvísingum. Leita vit eftir William Heinsen, finna vit einki, men verða førd innar í tykisheimin hjá William Burroughs, cyberpunk og the Anarchists? Cookbook. Og ikki um at tala, um vit leita eftir rokkbólkinum U2, ella hava hug at kanna mentunarlig tónleikarák, sum eitt nú grunge. Tá er hópurin av tilfari.

Washington Post gevur heimasíðini skoðsmálið "an exhaustive ecyclopedia of the cultural edge", meðan bløðini G.Q., Wired og Q nýta hesi orð um nýggju mentunarligu nettænastuna: "Sharp", "definitive" og "unpatronizing". Av sonnum ein mentunarlig samtíðarkumpass í tiltakandi tykisheimi okkara.