Alnótin er góð fyri tey ungu

Ein nýggj amerikansk kanning broytir fatanina hjá nógvum foreldrum um, at alnótin er skaðilig fyri tey ungu. Kanningin vísir haraftur á, at sosial netverk, spøl á alnótini og tílíkt er mennandi fyri tey ungu.

- Tey læra seg ting, sum eru neyðug fyri at kommunikera og nýta nýggju tøknina, sigur antropologur Dr. Mimi Ito frá, sum hevur staðið fyri kanningini.

Hon vísir á, at tey ungu ? út yvir at menna lesi- og skrivieginleikar teirra ? eisini læra sjálvi at gera heimasíður, profilar ár netinum og mangt annað.

- Fyri 10 árum síðani vórðu hesir eginleikar sæddir sum avanseraðir, men í dag meta tey ungu, at hetta er vanligt at duga.

Kanningin hjá Dr. Itos við University of California hevur tikið trý ár og 800 tannáringar hava luttikið saman við foreldrum teirra. Tilfarið er partur av eini størri granskingarverkætlan um digitalar fjølmiðlar og innlæring.