Alment tiltak um vinnulív í Sundalagnum

- Inflatiónin órógvar, men jalig útlit kortini, heldur Johnny í Grótinum, limur í Búskaparráðnum.

Hósdagin 27. apríl klokkan 17 skipar BankNordik fyri almennum tiltaki fyri vinnuna í Sundalagnum.

 

Tiltakið verður í Skúlanum við Streymin, og her verða nakrar áhugaverdar framløgur á skránni.

 

Jón Brekku hjá BankNordik fer at bjóða vælkomin, og síðan fer borgarstjórin í Sunda kommunu, Jógvan Kruse, at tosa um vinnukarmar.

 

Johnny í Grótinum, limur í Búskaparráðnum, fer at tosa um, at inflatiónin órógvar, men at útlitini eru jalig kortini.

 

At enda verður tað Turið F. Arge, forstjóri í BankNordik, sum fer at tosa um búskaparstøðuna, sæð úr einum bankasjónarhorni.

 

Í samband við tiltakið verður eisini lætt ábit.