Tað var 1. apríl 1984 at Sjónvarp Føroya tók yvir, eftir at privat sjónvarpsfeløg høvdu sent sjónvarp í nøkur ár. Týskvøldið 3. apríl 1984 kl. 20 sendi Sjónvarp Føroya sína fyrstu royndarsending, sum m.a. var frá hátíðarhaldinum, tá ið samtíðarskattaskipanin var tikin í nýtslu. Fyrsti stjórin í Sjónvarpi Føroya var Jógvan Asbjørn Skaale.
Í sambandi við 25 ára haldið sleppa hyggjarar kring landið fríggjakvøldið at síggja sendingina "Føroyar í 25 ár". Hetta er ein sending við gestum í studio, kryddað við útvaldum tilfari, sum sigur eitt sindur um farnu fjórðingsøldina, sæð ígjøgnum SVF-upptøkutólið.