Alment partafelag skal gera Eysturoyartunnilin

Tað skal vera eitt alment partafelag, sum skal gera tann illa umstrídda Eysturoyartunnilin

Tað heldur Framsókn.

Tískil  fer tingmaður floksins, Poul Michelsen,  nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um at stovna eitt alment partafelag til endamálið.

Samstundis leggur flokkurin uppskot fyri Løgtingið um eina verklagslóg, so at farast kann undir arbeiðið beinanvegin.

 

- Tunnilin skal gerast, fíggjast og rekast eins og Vágatunnilin og Norðoyartunnilin, hvørki meira ella minni, sigur Framsókn í dag.

 

- Framsókn vil heldur hava eina trygga, kenda og búskaparliga skilabetri loysn í 2018 enn eina ivingarsama og ókenda í 2024 - ella kanska slett onga loysn, leggur hann afturat.

 

Í grundsjónarmiðnum er Framsókn fyri at gera ein privatan Eysturoyartunnil.

 

- Men fortreytin er, at ein privatur tunnil verður ein skilabetri íløga enn ein almennur tunnil, bæði hvat íløgukostnaði, fíggjarkostnaði og rakstri viðvíkur.

 

- Framsókn heldur ikki, at tað sum higartil er upplýst frá landsstýrinum um eina privata verkætlan í sambandi við Eysturoyartunnilin, livir upp til hesa fortreyt.

 

- Fólkaræðisliga er dulda mannagongdin í sambandi við ætlanina eisini fullkomiliga burturvið, leggur  flokkurin afturat.

 

Hann heldur, at tað er avgerðandi, at verkætlanin er ein partur av samlaða føroysk samferðslukervinum, at raksturin og vinningurin eru í føroyska samfelagnum, og at føroyskir myndugleikar ikki missa ávirkan og avgerðarrættin á eini so týdningarmiklari farleið í 30 til 50 ár.

 

- Uttan at kenna avtaluna um Eysturoyartunnilin, sum landsstýrismaðurin ætlar at gera, so hava vit tó skilt, at  landsstýrið næstu 5 – 7 árini bindir seg til at geva danska loyvisfelagnum fullkomnan ræðisrætt yvir tunnilsætlanini.

 

- Hinvegin hevur danska felagið lítlar og ongar bindingar og kann fara burturúr ætlanini uttan nakað. Vil illa til, verður ikki farið undir verkætlanina fyrr enn í 2021 - og í allarversta føri  verður slett ikki farið undir hana, og so má alt byrja av nýggjum.

 

- Harafturat kemur, at  ætlanin verður útvið eina milliard dýrari. Harafturat fær danska felagið ræðisrætt á einum so týðandi parti av innlendis samferðslukervinum næstu 30 – 50 árin. Í sama tíðarskeiði kann landstýrið heldur  ikki gera nakra ferðsluleið, sum kann kappast við Eysturoyartunnilin.

 

- Hetta kann ikki bera til. Framsókn heldur hinvegin, at fyrireikingararbeiðið hjá almenna partafelagnum fer at taka 1½ - 2 ár, og at verkætlanin verður klár at bjóða út í 2015. Tunnilsgerðin er mett  at taka 3 – 4 ár, so tunnilin kann verða klárur at taka í nýtslu í 2018.

 

- At lógin bert umfatar Eysturoyartunnilin ger ætlanina lættari at fíggja. Alt bendir á, at váðin við at gera ein tunnil undir Tangafjørð og Skálafjørð er avmarkaður.  Eysturoyartunnilin er tann innanoyggja samferðsluíløgan, ið sum heild hevur allar størsta nyttuvirðið fyri Føroyar.

 

Framsókn ætlar, at P/F Eysturoyartunnilin skal fáa 200 milliónir krónur í partapeningi, sum verða játtaðar á fíggjarlógini yvir sjey ár. Íløgan verður afturgoldin eftir sama leisti, sum fyri Vágatunnilin og Norðoyartunnilin.