Alment og privat kasta saman um førleikamenning

Teldukoyrikort er in, og nú fáa eysturoyingar uppaftur betri møguleikar fyri at taka hetta nógv eftirspurda kortið. Frammanundan hevur Føroya Handilsskúli bjóðað út undirvísing innan teld. Nú bjóðar eisini Havnar-fyritøkan Formula Xerox seg fram í einum forvitnisligum samstarvi við Runavíkar Kommunu.

Jonhard Hammer


Fulla nyttu

av útgerðini

Formula Xerox og Runavíkar Kommuna hava gjørt sáttmála um, at Formula Xerox leigar teldustovuna hjá Runavíkar skúla við telduundirvísing fyri eyga, eitt nú teldukoyrikorts-undirvísing. Jákup Lamhauge, býráðsformaður, sigur, at telduførleiki er eitt krav, ið mestsum hoyrir við til almannaførningin nú á døgum, og tí tók kommunan ta avgerð at innrætta eina teldustovu við allari neyðugari útgerð til telduund-irvísing.

- Teldustovan stendur tóm og útgerðin ónýtt, tá ið fólkaskúlin og kvøldskúlin ikki eru har, og tí vildu vit hava stovuna meiri brúkta, sigur Jákup Lamhauge.

Runavíkar Kommuna vendi sær síðani til edv-fyritøkuna Formula Xerox og spurdi, um hon hevði áhuga í einum samstarvi.

- Vit hava í mong ár samstarva við Formula Xerox. Tað hevur verið eitt sera gott og álitisvekjandi samstarv, so tí var tað upplagt at seta okkum í samband við teir. Tá ið sáttmálaskeiðið er av um ársskiftið komandi, so má samstarvið sjálvandi eftirmetast, áðrenn nakað meiri hendir, sigur býráðsformaðurin.


Styrkja Eysturoynna sum lokalsamfelag

Jákup Lamhauge sigur, at tað ikki bara eru tær leiguinntøkur, sum sáttmálin gevur til endurnýggjan av útgerðini, sum hava verið avgerandi fyri hetta stigið hjá kommununi.

- Sum eg síggi tað, so verður telduførleiki alt meiri ein partur av almannaførleikanum hjá hvørjum einstøkum. Umframt at tað sjálvandi er høgligt hjá einum stórum tali av fólki at fara í Runavíkar skúla, so meti eg tað eisini sum eina styrking av Eysturoynni sum lokalsamfelag, at hendan undirvísingin verður boðin út her, sigur Jákup Lamhauge.

Tað at tað almenna, t.v.s. kommunan og skúlin, fer undir eitt samstarv við eina privata fyritøku, er hetta ein gongd vit fara at síggja meiri til framyvir?

- Slíkt samstarv er ikki ókent á eitt nú havnarøkinum, har kommunan hevur leigað vinnuligum fyritøkum bæði øki og bygningar. Men tað er rætt, at tað ikki hevur verið traditión fyri tí á skúlaøkinum, og tí eru vit rættiliga spent uppá, hvussu hetta fer at rigga, sigur Jákup Lamhauge.

- Fyri mín part kann eg siga, at eg haldi hetta er ein gongd leið. Tað avgerandi er at gera sær greitt, hvørjar ressursir man hevur lokalt, og so handla út frá tí, antin tað so er alment ella privat, sigur Jákup Lamhauge, ið vónar, at hetta samstarvið verður til gagns fyri fólkið í Eysturoynni.