Vegna Ung fyri Miðflokkin
Hallur av Rana, formaður
------
Útvarpið kundi 31. mai upplýsa, at samgongan arbeiðir við at skerja møguleikan fyri almennum innliti í setanarviðurskifti hjá einstaklingum, sum starvast hjá tí almenna
Hetta eru einki minni enn skelkandi tíðindi. Um hendan skerjan av gjøgnumskygni er eindømi í tí, sum vit kalla demokratiska vesturheiminum, er ringt at siga. Men ringt er at koma uttanum, at hetta minnir mest um framferðarháttir hjá ódemokratiskum stjórnum, ið vilja skerja gjøgnumskygni og opinleika og hava okkurt at goyma fyri fólkinum.
Lógin um alment innlit er til fyri at hjálpa øllum pørtum uttan tí, sum er sekur.
Lógin verjir tann, ið fær arbeiðið og sum kann vísa á, at alt fór rætt fram. Lógin verjir tann, ið ikki fær arbeiði og sum kann vísa á, at okkurt skeivt er farið fram. Og lógin verjir setunarmyndugleikan, ið kann vísa á, at røttu mannagongdirnar eru fylgdar.
Men lógin verjir ikki tann, ið ynskir at skúgva lógir og reglir til viks. Lógin verjir ikki tann, ið ynskir at føra familju- og vinarpolitikk. Og lógin verjir ikki tann, ið ynskir frið fyri tí vakna eyganum hjá fjóðra statsvaldinum.
Og man tað ikki vera har, trupulleikin er? Tað er ongin loyna, at framstandandi politikarar fingu nógvar ákoyringar fyri einum góðum ári síðani fyri ikki at hava fylgt røttum mannagongdum í einari starvssetan. Er hetta takk fyri síðst?
Vit í ”Ung fyri Miðflokkin” ynskja staðiliga at mótmæla hesum uppskoti. Vit hava heitt á móðirflokkin at taka frástøðu frá tí, og vit heita á samgonguna um at sleppa hesi ætlan, ið vit meta er eitt illa fjalt álop á fjølmiðlarnar. Ongin hevur nakað at óttast, um alt fer rætt fram.