Alment innlit í Tórshavn

Tað er áhugavert og ikki sørt tankavekjandi, at fyrsta uppgávan hjá Løgtingsins Umboðsmanni verður at taka støðu til eina klagu frá Sjónvarpi Føroya um tørvandi alment innlit hjá Tórshavnar Kommunu.

Johan Mortensen

Valevni hjá Tjóðveldisflokkinum



At so málið snýr seg um Tórsvøll kann ikki undra nakran, spottið í Gundadali.

Tað skal ikki fyrikoma at ein fingur skal kunna setast á Fyrisitingina hjá Býráðnum. Hon skal virða øll krøv um almennt innlit hvør so enn hevur slíkan fyrispurning. Hetta er ein lógarbundin skylda og eitt moralskt krav.

Býráðið og Fyritisitingin eru fólksins tæn-arar.

Tjóðveldisflokkurin stuðlar fult og heilt almennum innliti.