Alment haru-tiltak í kvøld

Eyðfinn Magnussen, lektari í lívfrøði, fer at greiða frá um haruveiði, harustovnar, skráseting og annað.

Tað er í kvøld klokkan 19, at forvitnisligt haru-tiltak - um haru í Føroyum - verður í Sunda Bókasavni, har øll eru vælkomin at verða við.

 

Á tiltakinum fer Eyðfinn Magnussen, sum er lektari í lívfrøði, at greiða frá um haruveiði, harustovnar, skráseting og annað.

 

- Eftir kunningina hjá lívfrøðinginum, verður drekkamunnur, og høvi verður eisini til prát, eins og høvi verður hjá fólki at læna bøkur, siga tey í Sunda kommunu.