Gerhard Lognberg, tingmaður, vil nú hava at landskassin skal lata stuðul til at keypa frystan fisk úr útlondum til Føroya til virkingar.
Hann vil nú hava Løgtingið at biðja landsstýrið kanna, hvussu slíkur stuðul kann latast og at leggja eina frágreiðing fyri Løgtingið um hetta
Gerhard Lognberg heldur, at hetta hevði komið øllum í landinum til góðar. Hann hugsar serliga um smærri virkir, sum ongan fisk hava, og sum tískil kundu keypt triðjalandsfisk ella norskan fisk.
- Millum annað er Sandoyggin komin í eina ringa støðu, tí nærum einki fiskaarbeiði er í oynni, sigur Gerhard Lognberg.
Hann vísir eisini á, at í dag eru tað virkini, sum eiga skipini og sostatt gongur illa hjá teimum virkjum, sum ongi skip eiga, at fáa fisk.
- Møguleikin, sum var fyri at keypa á uppboðssøluni er ikki til meira, og tískil er hesin møguleikin, sum Sandoyggin og onnur høvdu, púra vekk, tá ið kravið um, at ein triðingur skuldi fara um uppboðssøluna, varð slept.
- Detta flakavirkini heilt niður fyri, er tað ein stórur trupulleiki runt í landinum og Sandoynni við, og hetta kann verða torført at gjøgnumskoða.
- Tí átti landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum at gjørt alt fyri, at flakavirkini bæði í Sandoynni og aðrastaðni, sleppa í gongd aftur, tí hesi eru í veruleikanum stór arbeiðspláss.
Hann sigur, at tað verður eingin útreiðsla fyri landið at lata stuðul at keypa frystan fisk fyri.
Ístaðin verður tað ein stór inntøka, tí so sleppa fólk aftur til arbeiðis á virkjum bæði í Sandoynni og aðrastaðni við, og harvið fara tey at rinda skatt bæði til land og kommunu, heldur enn at vera í t.d. ALS skipanini.
Hetta er ein spurningur, sum er reistur á Løgtingið fyrr. Í 2011 vildi Miðflokkurin hava landið at lata stuðul at keypa frystan fisk fyri.
Tá samtykti Løgtingið við stórum meiriluta at heita á landsstýrismannin í fiskivinnumálum um at kanna møguleikarnar fyri at stuðla framleiðslu av frystum triðjalandsfiski í Føroyum í avmarkað tíðarskeið.
Men higartil er so einki komið burturúr.
|