Enn eru ongi útlit fyri, at Sernám fær høli í Suðuroy at húsast í.
Sernám hevur havt høli í Vági í nógv ár, men í apríl í fjør varð leigumálið uppsagt, og síðani hevur Sernám verið húsvilt.
Orsøkin er, at kommunurnar í Suðuroy semjast ikki um, hvar tað skal halda til. Tað eru sjey kommunur í Suðuroy og av teimum mæla tær fimm kommunurnar, Hvalba, Hov, Porkeri, Vágur og Sumba, til, at Sernám verður verandi í Vági, har Vágs kommuna hevur útvegað høli til endamálið.
Í Vági halda tey í býráðnum, at tað er ongin orsøk til at flyta Sernám úr Vági, har tað hevur verið alla tíðina, og har høli eru tøk til endamálið.
Men hinar báðar kommunurnar, Tvøroyri og Fámjin, mæla til, at Sernám skal flyta á Tvøroyri, tí har er tann fakligi kunnleikin á økinum frammanunda, bæði barnaverndin og hentleikarnir á sjúkrahúsinum vi ergoteraoi, fysioterapi, og øðrum.
Emmy Joensen, stjóri á Sernámi, sigur, at hvar Stovnurin skal halda til í Suðuroy, er ein kommunalur spurningur, tí tað eru kommunurnar sum skulu rinda leiguna.
Eftir tí, vit hava fingið upplýst, snýr tað seg tilsamans um einar 100.000 krónur um árið, sum skal býtast ímillum kommunurnar eftir stødd.
Og hon vil ikki leggja seg út í kommunalar spurningar og tí fara ikki at skera ígjøgnum. Hinvegin vil hon hava, at kommunurnar í Suðuroy semjast, og koma við einum felags tilmæli um, hvar í Suðuroy, sernám skal vera.
Sostatt røkist onki fyri, at Sernám í Suðuroy fær høli at vera í.
Hon heldur, at tað hevði avgjørt verið ein fyrimunur fyri Sernám at havt eini felags høli, men letur tað seg ikki gera, verður hildið fram sum nú, har starvsfólkið arbeiðir út frá teimum ymsu skúlunum, og annars arbeiða heima, sum tey hava gjørt, síðani í apríl, tá ið leigumálið varð sagt upp.









