Í fyrstu syftu er tann nýggja, føroyska veðurstovan løgd í Havnini, men seinni skal hon flytast vestur á flogvøllin. Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Síðani tað fyrr í ár varð greitt, at vit fóru at stovnseta eina føroyska veðurstovu, hevur tað verið ein kampur um, hvar hon skal vera. Politikarar í Vágum vilja hava hana á flogvøllinum, tinglimir í Norðoyggjum vilja hava hana til Klaksvíkar, og røddir hava enntá verið frammi um at leggja hana í Sandoynni.
Og nú hevur Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, spurt landsstýrismannin, hví veðurstovan er løgd í Havn og ikki onkra aðrastaðni.
Landsstýrismaðurin sigur, at Vørn hevur høli, sum eru tøk til endamálið og tað er eisini Vørn, sum umsitur lønirnar, eins og keyp av vørum og tænastum. Tí er veðurstovan løgd á Vørn í fyrstu syftu.
Men annars er ætlanin at flyta veðurstøðina á flogvøllin í Vágum, sigur Jacob Vestergaard. Men samstundis leggur hann dent á, at ætlanin er ikki, at veðurstøðin bara skal ikki vera á flogvøllinum. Tað, hann hugsar um, er, at vaktararbeiðspláss, og annað, kunnu vera aðrastaðni kring landið, bæði í verandi hølum hjá Veðurstøðini í Havn, eins og aðrastaðni kring landið.
Tá ið støða skal takast til, hvar veðurstøðin skal verða, skal tað sjálvandi hugsast um tørvin, og um onnur viðurskifti, ið serkunnleikin vísir á. Og serkunnleikin í hesum føri eru veðurfrøðingar, ella onnur, ið hava arbeitt við verkætlanini og tey, sum verða knýtt at tænastuni í framtíðini, sigur landsstýrismaðurin.











