Almennur stovnur flytur úr Havn og inn á Skálafjørðin

Tey, sum varða av stovninum, taka undir við ætlanini

Nú skal ein almennur stovnur flytast úr Havnini og inn á Skálafjørðin. Tað er løgmaður, sum hevur gjørt av, at Dátueftirlitið skal flyta inn á eystara arm á Skálafjørðinum í næstum. Avgerðin um at Dátueftirlitið skal flyta hevur verið til ummælis hjá Dáturáðnum og har taka tey undir við avgerðini. Tað sigur Landsstýrið í eini fráboðan beint nú.

 

Tóri Højgaard, stjóri á Dátueftirlitinum sigur, at Dátueftirlitið er í tí støðu, at núverandi høli í Havn er óhóskandi.  Tí er neyðugt at finna nýggj hóskandi hølir. Ein staðseting á eystara armi á Skálafjørðinum kemur ikki at ávirka okkara virksemi, leggur hann afturat, sambært landsstýrinum.

 

Løgmaður Bárður á Steig Nielsen sigur, at vit eiga altíð at miðja fram ímóti, at almenn arbeiðspláss eru staðsett kring alt landið. Men vit skulu ikki flyta stovnar fyri einhvønn prís. Hann sigur, at að má altíð vera skil í og tað má ikki fáa avleiðingar fyri tænastuna. Í hesum førum skal Dátueftirlitið hava nýggj høli, og tí er sjálvsagt at finna nýggj hølir uttanfyri Havnina, sigur Løgmaður, sum eisini fegnast um at stjórin, og Dáturáðið, taka undir við ætlanunum.”

 

Farið verður nú undir at fyrireika flytingina og í hesum sambandið skulu hóskandi høli finnast á eystara armi á Skálafjørðinum, og tað verður boðið út úá eystara armi á Skálafjørðinum.

 

Tað eru seks starvsgólk á Dátueftirlitinum. Dátueftirlitið er skrivstovan hjá Dáturáðnum, og hevur til uppgávur at hava eftirlit við, og virka fyri, at dátuverndarlógin verður hildin. Harumframt veitir Dátueftirlitið ráðgeving og vegleiðing um dátuverndarlógina.