Gongst sum ætlað, verður tað um hálvtannað ár, at Akstovan nýggj og tíðarhóskandi høli í Gøtudali, ella har um vegir. Tað sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður á økinum.
Arbeitt hevur verið við eini ætlan um at niðurleggja Akstovuna í Klaksvík og í Saltangará, og at útvega stovninum nýggj høli ístaðin í Gøtudali, sum er mitt í millum. Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann um Akstovan í Klaksvík skal flyta, og hví.
Landsstýrismaðurin sigur, at orsøkin er, at hølini í Klaksvík og í Saltangará, eru ikki nøktandi og tí er ætlanin at útvega Akstovuni nýggj og tíðarhóskandi høli mitt ímillum.
Herfyri bjóðaði Landsverk teimum, sum høvdu hóskandi høli í landnyrðings - Føroyum til Akstovu um at bjóða tey fram. Freistin er farin, men støða er ikki tikin til tilboðini og tískil ber heldur ikki til at siga, hvar í landnyrðings - Føroyum, sum tey málbera seg, at Akstovan verður, og tað er heldur ikki greitt um nakað av tilboðunum verður góðtikið
Hølini hjá Akstovuni kunnu vera í einum bygningi fyri seg ella í einum bygningi, har annað virksemi er.
– Miðað verður eftir, at Akstovan kann flyta inn í leigaðu hølini í seinasta lagi næsta ársskiftið, tað er ársskiftið 2023-2024.