Almennur rapsoljufundur í Bládýpi

Í dag, hósdagin 12. februar, verður kunnandi fundur á gistingarhúsinum Bládýpi í Havn, har týski verkfrøðingurin Alexander Noack fer at greiða frá um bilar ið koyra við raps- ella matolju

Á fundinum fer týski verkfrøðingurin, Alexander Noack, ið starvast hjá fyritøkuni Tecnologie Elsbett GmbH, fer at greiða frá um bilar, ið koyra við raps- ella matolju.

Kunnað verður um, hvørjir bilar kunnu byggjast um, og hvussu hetta veður
gjørt.

Í løtuni er tað bara VW Lupo bilurin hjá Erling Simonsen, ið koyrir við
rapsolju her í Føroyum. Meðan Alexander Noack er her, fer han at
byggja ein bil afturat um til rapsolju.

Fundurin er almennur og verður hildin á Bládýpi í Dr. Jacobsensgøtu 14-16 hósdagin l2.februar kl. 19.30

Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, verður við á fundinum.

Orkuspurningar i síni heild verða havdir á lofti. Dentur verður lagdur á
politisk og búskaparlig sjónarmið við náttúru- og umhvørvisvernd í huga.