Tá ið nú hetta var hent, so valdu vit ta pragmatisku loysnina at mæla til at útbyggja við realisering av tí niðurlagda grunninum.«
Hetta lítla brotið úr drúgvari grein ber boð um, at greinskrivarin antin ikki er nóg væl informeraður um Íleggingargrunnin fyri Føroyar, ella at hann við fullum vilja skrivar villleiðandi og ósatt.
Um greinskrivarin við hesum vil kunngera, at Íleggingargrunnurin fyri Føroyar, sum í 45 ár hevur verið tann fíggjarliga mønin í almennari útbygging av Føroyum, er avreiddur dønum og niðurlagdur, er okkurt vindandi skeivt, sum vanlig fólk als ikki kunnu skilja.
Fyri at hjálpa fólki (og greinskrivaranum) aftur á beint, fer undirritaði við hesum at geva fylgjandi stuttu frágreiðing um Íleggingargrunnin fyri Føroyar:
Tann 28. januar 1964 viðtók Fólkatingið at seta á stovn Íleggingargrunn fyri Føroyar (Investeringsfond for Færøerne). Í nøkur ár játtaði Fólkatingið milliónir til grunnin soleiðis, at stovnsfæið kom upp á 140 milliónir.
Endamálið við hesum grunni var í fyrsta lagi at »yde lån til investeringer, navnlig i større offentlige anlæg og lignende, som må anses påkrævede eller ønskelige af hensyn til det færøske erhvervslivs udvikling….«
Grunnurin var tey fyrstu mongu árini umsitin av forsætismálaráðnum, áðrenn hann fyri uml. 30 árum síðani var fluttur til Føroya.
Handanin og móttøkan av grunnsins skjølum, dokumentum og tøkum peningi í 100-milliónatali fór fram á landsskrivstovuni í Tinganesi við fólkum frá forsætismálaráðnum øðrumegin og einum fulltrúa á landsskrivstovuni og roknskaparstjóranum á Føroya Gjaldstovu hinumegin. Alt varð kannað og talt upp og kvittað frá báðum síðum. Dagin eftir fóru fulltrúin, roknskaparstjórin og embætisfólkið frá forsætismálaraðnum sightseeing til Fuglafjarðar.
Á Føroya Gjaldstovu varð beinanvegin rakstrar- og fíggjarroknskapur etableraður. Ein 5-manna nevnd við formanni sum grunnsins hægsti myndugleiki, í samsvar við fólkatingslógina frá 1964, varð vald av landsstýrinum. Nevndin skal avgreiða grunsins ársroknskapir landsstýrinum til góðkenningar, og landsstýrið skal senda roknskapin forsætismálaráðnum til kunningar.
Í hesi mongu ár hevur Íleggingargrunnurin fyri Føroyar havt ein sera avgerandi leiklut í tí almennu útbyggingini av Føroyum: Nýggir landsvegir, nýggj berghol, útbygging av SEV, bjarging av Atlantic Airways undan húsagangi, bankakreppan 1992/93 o.s.fr.
Vit eiga ikki at gloyma, at í árunum 1948-1992 átti løgtingið 10-tals grunnar við milliardavirðum: Vinnulánsgrunnurin, grunnurin til endurnýggjan av fiskiskipaflotanum, veðhaldsgrunnurin, oljugrunnurin, upphøggingargrunnurin, landskassaútlán o.s.fr. Allir hesir grunnar eru so syndarliga farnir í søguna. Og »heimsins mest framkomni« veiðifloti, kemikaliuskip, frysti- og farmaskip, í stóran mun fíggjað úr grunnum og landskassanum, hvurvu øll sum kavi fyri sól. Milliardir av almennum peningi hvurvu. Úr hesum ragnarøkum osar enn dagin í dag!
Vit føroyingar mugu vera takksamir fyri, at tað ikki eydnaðist loysingarfólki á løgtinginum at fáa kvørkratak um Íleggingargrunnin fyri Føroyar, á sama hátt sum tey nú í 8 ár hava hildið um kvørkrarnar á blokkstuðlinum úr ríkiskassanum.
Men tað, sum órógvar sálarfriðin meira enn nakað, er, at hesir somu landspolitikkarar áhaldandi tala og skriva villleiðandi og ósatt um vitalar tilveruspurningar. Hvussu kunnu vit kenna okkum trygg undir slíkum krypilskendum, mentalum viðurskiftum?
Tað, sum her er skrivað, loysir ikki gátuna: Hvussu kann ein ABC-samgonga avreiða dønum ein danskan grunn? Og hvussu kann ein niðurlagdur grunnur í komandi tvey ár fíggja útbygging av flogvøllinum í Vágum við hundrað-tals milliónum?
Áhaldandi politiskur sálarkuldi seta djúp, greflig spor í okkara lítla samfelag.
Føroya søga hevur annað uppiborið.
Ella verður tað kanska søgan um »Die Commedie einer Tragedie«, sum okkara eftirkomarar skulu minnast og goyma so væl?
Heri Mohr
Á oasuni ’Hvíldarheimið Naina’, vikur 44/45, 2009