Almennur jólahugni í Gøtu

   

Hugnaligu hølini hjá Gøtu Menningarfelag við Gøtugjógv verða, fríggjakvøldið 10. des., karmur um eitt heilt serligt alment tiltak.

Hetta kvøldið fer Eivør Pállsdóttir, ið er úr Gøtu, saman við síni jazzkvartett at undirhalda við góðum jóla- og hugnaligum undirhaldstónleiki.

Tiltakið verður skipað sum tónleikakafé, har fólk í hugnaligum umhvørvi hava møguleika at njóta ein bita aftur við tí góða tónleikinum.

Eivør Pállsdóttir, ið er ein av okkara bestu kvinnuligu sangfuglunum, dugir sítt kramm. Tað fingu, ið hvussu er, tey, ið lurtaðu eftir undirhaldssendingini hjá útvarpinum herfyri, at sanna. Hon er nýliga byrjað at syngja jazz, og saman við sær hevur hon nakrar ungar evnaríkar tónleikarar, nevniliga Mikael Black, Búa Dam og Brand Jacobsen. Saman eita tey Eivør Pállsdóttir Kvartett.

Tiltakið byrjar kl. 21 og endar um midnáttarleið. At koma inn kostar 50 kr.