Almennur fyrilestur um tunglyndi

Á mentanarvikuni fara Tormóður Stórá og Anna á Reynatrøð fara at greiða frá um tunglyndi.

Í samband við kunnandi átøk um sálarsjúku, skipar Psykiatriski Depilin aftur fyri fyrilestri í Runavík. Fyrilesturin er eisini partur av skránni fyri mentanarvikuna.

 

Á fyrilestrinum, sum verður í kantinuni í Skúlanum við Løkin týskvøldið 22. oktober klokkan 19, fer Tormóður Stórá, leiðandi yvirlækni á Psykiatriska Deplinum, at greiða frá um tunglyndi.

 

Umframt yvirlæknan, fer Anna á Reynatrøð eisini at greiða frá egnum upplivingum av sjúkuni.

 

- Tiltakið er alment og ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin, siga Psykiatriski Depilin og tey, sum standa aftan fyri mentanarvikuna í Runavík.