Almennur fyrilestur um konsulstríðið undir krígnum

   

Fríggjakvøldið 25. juni heldur Høgni Mohr almennan fyrilestur, sum han nevnir Konsulstríðið undir krígnum - annað umfar. Fyrilesturin snýr seg um tá útlendskar kreftir í Føroyum royndu at koyra Thorstein Petersen frá sum norskan konsul. Niels J. Arge hevur áður í øðrum bindi av »Stríðsárunum« greitt frá pørtum av tí sum fór fram her í Føroyum í sambandi við málið.

Í fyrilestri sínum greiðir Høgni frá tá Thorstein Petersen, heldur enn at verða koyrdur frá sum konsul, verður tilnevndur norskur honoreraður generalkonsul frá 1. mai 1942 av sjálvum Hákuni VII Noregskongi. Í fyrilestrinum fer Høgni at greiða frá tí, ið fór fram í loyndum aftaná tilnevningina.

Fyrilesturin verður í fyrilestrasalinum á Fiski-rannsóknarstovuni í Nóatúni fríggjakvøldið 25. juni kl. 20. Føroya Fróðskaparfelag og Fróðskaparsetur Føroya skipa fyri fyrilestrinum.