Almennur fundur um støðuna í útoyggjunum

Í dag dag verður almennur fundur í Havn um vinnumøguleikarnir í útoyggjunum, har fleiri fyrilestrar eru á skránni

Útoyggjar

Vinnumøguleikar í útoyggj!
Hetta er evnið, sum er til viðgerðar á almennum fundi, sum verður á Hotel Hafnia í allan dag.
Tað er Útoyggjafelagið, sum skipar fyri evnisdegi um vinnumøguleikar í útoyggj og tiltakið byrjar klokkan 10 í morgun og ætlanin er at enda klokkan 15 ídag.
Á fundinum verða bæði framløgur og kjak.
Ætlanin við framløgunum er at lýsa umstøðurnar fyri vinnu, royndir við vinnu og treytir fyri, at vinnuframtøk kunnu eydnast.
? Útoyggjafelagið vónar við hesum tiltaki, at fáa lýst umstøðurnar fyri vinnu á útoyggjunum og at fáa greiði á hvat politiski myndugleikin er sinnaður at gera, sigur felagið í einum tíðindaskrivi um tiltakið.
Felagið sigur, at evnisdagurin er ætlaður sum kunning, hugkveiking og grundarlag fyri framhaldandi arbeiði, so at verulig tiltøk verða sett í verk.
Klokkan 10 í morgun fer Óla Jákup úr Dímun,formaður í Útoyggjafelagnum, at bjóða øllum væl komnum.Klokkan 10.05 fer Olga Biskopstø, samskipari í Útoyggjafelagnum, at vísa ymisk hagtøl um viðurskiftini í útoyggjunum. Klokkan eitt korter til ellivu fer Bjarni Jacobsen av smoltstøðini í Svínoy at greiða frá, hvussu tað er at hava vinnu í útoyggj. Kl 10.30 fer Gunnar Bjarnason at tosa um landbúnað. Eitt nú fer hann at greiða frá fyritreytum, ella vantandi fyritreytum, fyri burðardyggum landbúnaði á útoyggj.
Aftaná fer eitt umboð fyuri menningarstovuna at røða um neyðugar fyritreytir og førleikar fyri at reka vinnu og síðani fer Granskingardepilin fyri Økismenning at siga eitt sindur um ástøði innan økismenning, eitt nú um trivnað og íverksetan og um sosialan kapital. Granskingardepilin fer eisini at geva eitt boð uppá, hvat er minsta treytin fyri trivnaði og framgongd.
Klokkan eitt korter til 12 verða spurningar og kjak.

Politikarar sleppa framat
Eftir døgverða sleppa politikararnir framat
Klokkan 13, fer Jóannes Eidesgaard, løgmaður, at greiða frá ætlanum hjá samgonguni um at menna av útjaðaran og útoyggjarnar. Eitt korter seinni, fer Jógvan við Keldu, landsstýrismaður í innlendis-
málum, at greiða frá ætlanum sínum í sambandi við útoyggjamál og klokkan hálvgum tvey fer Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, at greiða frá ætlanum innan samferðslu, samskifti og
vinnuábøtum á útoyggjunum.
Klokkan trýkorter til tvey verða spurningar og kjak og síðani verður tikið samanum.



'