Almennur fundur um handilsviðurskiftini

Uttanríkisráðið hevur tikið stig til at skipa fyri fyrilestri um handils,- og altjóða rættarlig atlit Føroya við World Trade Organization 20. oktober verður almennur fundur um altjóða handilsviðurskifti Føroya.

Løgfrøðiligur ráðgevi í rættardeildini hjá WTO kemur í hesum sambandi at halda fyrilestur á námsskeiðinum, har hesin fer at viðgera ymisk føroysk handilsviðurskifti í samband við galdandi WTO íbindingar. Harumframt verður greitt frá tilgongdini við multilaterala WTO sáttmálanum um fiskivinnustuðul, eins og nortið verður við hvørjar løgfrøðiligar forðingar eins og møguleikar skulu greiðast, um Føroyar skulu gerast sjálvstøðugur limur í WTO, sigur uttanríkisráðið.

Fyrilesturin verður í Klingruni í Norðurlandahúsinum mánadagin 20. oktober klokkan 13-17. Tey ið ætla sær at luttaka verða vinaliga biðin um at tilmelda seg hjá Joan Ólavsdóttir joano@mfa.fo ella við at ringja 351051 áðrenn hósdagin 16. oktober, sigur uttanríkisráðið á heimasíðuni.