Mikukvøldið kl. 19.00 verður almennur kunnandi fundur um grafiskar útbúgvingar, á Skúlaheiminum á Marknagilsvegi 75. Tað eru fólk frá Keypmannahavnar tekniska skúla, sum í hesum døgum eru á vitjan í Føroyum, ið greiða frá grafisku útbúgvingunum Grafisku útbúgvingarnar hava stóran áhuga millum ung fólk, og er tað kanska serstakliga miðlagrafikaraútbúgvingin, ið hevur stóran áhuga, men eisini nýggja útbúgvingin grafiskur tøkningur hevur áhuga.
Á almenna fundinum verður greitt serstakliga frá um tær báðu útbúgvingarnar miðlagrafikarar og grafiskan tøkning, men annars er møguleiki fyri at fáa upplýsingar um aðrar útbúgvingar.
Fundurin verður á Skúlaheiminum á Marknagilsvegi 75, kl. 19.00 mikukvøldið 17. juni.