Kvinnudagin 8. mars skipar kvinnubólkurin í Vágum fyri almennum fundi í Miðvágs skúla kl. 19.
Evnið er strongd.
Fyrilestrarhaldarar verða:
Lis Helgadóttir: Uppliving við strongd, og hvat hon hevur gjørt fyri at koma seg aftur.
Petra Johnsdóttir Joensen, stjóri: Hvussu verður hond tikin um starvsfólk og møguliga fyribyrgja sjúkrameldingum.
Anny Fjalsá, sálarfrøðingur: Hví fáa vit strongd, hvat gera vit fyri at fyribyrgja strongd.
Herborg á Mýruni, psykuterapeutur: At taka ábyrgd av egnum lívi.
Aftaná verður pallborð við fyrilestrahaldarunum, har høvi verður hjá fundarfólkinum at seta spurningar.
Elsa Annika Olsen undirheldur við tónleiki og sangi.
Í steðginum verður drekkamunnur við onkrum góðum afturvið.
Tiltakið er ókeypis og er fyri øll.