Almennur fundur

? ? ?

Nú er nakað fráliðið, síðan vit hoyrdu nakað frá landsins myndugleikum um gongdina í oljumálinum. Oljufeløg og onnur áhugað fyrireika seg til at fara undir at leita eftir olju og gassi við Føroyar og til tað sum av hesum virksemi stendst. Bjartskygni er stórt, men hvar standa vit veruliga og hvørjum bíða vit eftir áðrenn farið verður undir royndarboringar?

Til tess at fáa greiðu á hesum máli, skipar Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag fyri fundi á landsbókasavninum mikukvøldið 4. nov. kl. 19.30, har landsstýrismaðurin í olju- og umhvørvismálum Eyðun Elttør fer at leggja fyri um evnið: Kolvetnisvirksemi við Føroyar.

Fundurin er almennur.