Fríggjakvøldið 12. februar verður almennur føroyskur føstulávintsdansur í Havnar
Klubba. Gomul siðvenja var at dansa føstulávintsmánakvøld, men av tí, at vanligur
arbeiðsdagur er dagin eftir, gjørdist fríggjakvøldið undan føstuni alt meiri
veitslukvøldið, tá fyritøkur og einstaklingar sláa tunnu, og mong kát og dansihugað
fólk eru í býnum hetta kvøldið.
Henda broyting gjørdi, at Dansifelag Kaggans fyri mongum árum síðani tók stig til at
flyta almenna føstulávintsdansin frá føstulávintsmánakvøldi til
føstulávintsfríggjakvøld. Øll árini varð dansað í Kagganum, men sum kunnugt tæna
hølir Kaggans í dag øðrum endamáli, og tí ber ikki til at dansa har nú. Dansifelag
Kaggans stóð tí uttan høli til almennan dans, men í góðum samstarvi við Havnar
Klubba kundi Dansifelag Kaggans fyrireika almenna føroyska føstulávintsdansin í
Klubbanum. Hetta hevur eydnast sera væl, og tí verður tiltakið aftur í ár. Á midnátt
verður ábit at fáa - heimabakað breyð við góðum viðskera. Dansað verður frá kl. 22
til 03.